|
Menniskjaliga tilfeingið er gull vert. Vit menniskju
verða meira og meira spesialiserað, og
samstundis skulu vit hava framfýsni,
yvirlit, kunna arbeiða sjálvstøðug, duga at
samstarva o.s.fr. At finna rætta starvsfólkið
verður í framtíðini sum at finna nálina í
sátuni.
Ad astra bjóðar professionella hjálp til HR-arbeiði við útgangsstøði í
sera sterkum altjóða menningar- og metingaramboðum.
-
Rekruttering/starvsmakan/starvsrotatión/"topperformance"
-
Leiðaramenning
-
Størri gagnnýslu av menniskjaligum
tilfeingi
-
Starvsfólkamenningarsamrøðu
-
Um
einstaklingum tørvar at finna
røttu hill í lívinum
Viðurkend
gransking vísir á, at mest týðandi luturin
fyri at eydnast í starvinum er, at ein makar
starvið - ein passar til tað. Um so er, er
stórur vinningur fyri bæði fyritøku (betri
framleidni og longri starvstíð) og fyri
starvsfólkið (størri arbeiðsgleði). Okkara
loysnir tryggja starvsmakan og framgongd
fyri bæði fyritøku og starvsfólk.
Ger ein ókeypis starvsprofil
á føroyskum,
á donskum
ella
á enskum. |